Fimm HIV-tilburðir staðfestir í Grønlandi

Fimm HIV-tilburðir staðfestir í Grønlandi
Fimm fólk í Grønlandi, sum eru millum 20 og 40 ár, hava fingið HIV-smittuna, og landslæknin rópur varskó.
 
15.11.2018 - 12:12

Øll fimm fólkini hava á onkran hátt samband við Sisimiut, men tey búgva ymsa staðni á vesturstrondini.

Henrik Hansen, landslækni, stúrir fyri, at smittan fer at breiða seg, skrivar grønlenska kringvarpið.

Tey fimm, sum eru smittað, eru yngri enn miðalaldurin á teimum, sum fyrr hava fingið HIV.

Landslæknin sigur, at størri vandi er fyri, at smittan fer at breiða seg, tí royndirnar vísa, at hesin aldurbólkurin hevur kynsligt samband við fleiri persónar.

Henrik Hansen dugir ikki at siga, hví fleiri tilburðir av HIV verða staðfestir nú, tí eisini grønlendingar áttu at verið væl upplýstir um vandan. 

Í løtuni eru umleið 70 fólk smittað við HIV í Grønlandi, og tey skulu hava viðgerð og ganga til eftirlit alt lívið.

Syfilis er eisini eitt stórt vandamál í Grønlandi í løtuni, skrivar KNR.

Higartil í ár eru meira enn 100 tilburðir av syfilis skrásettir aftrat.

Henrik Hansen, landslækni, sigur, at sjúkur, sum standast av kynsligum sambandi, eiga at verða tiknar í álvara, tí tær kunnu fáa víðfevnasr avleiðingar fyri tann einstaka og samfelagið, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188