- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um Brexit-avtalu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/theresa_1.jpg?itok=Agx84tHz)
Í dag skulu ráðharrarnir í bretsku stjórnini tosa saman um uppskotið, sum skal slóða fyri at bretar fara úr ES.
Tað er bretski forsætisráðharrin, Theresa May, sum hevur biðið teir mest týðandi ráðharrarnar koma á fund seinnapartin í dag at umrøða avtaluna, sum varð fingin lag seinnapartin í gjár.
Ætlanin er at ráðharrarnir skulu góðkenna tað, sum stendur í avtaluni.
Tað eru bert smávegis viðurskifti eftir at fáa upp á pláss í avtaluni ímillum partarnar, segði ein talsmaður fyri Theresu May, forsætisráðharra, í gjár.
Undirhúsið í bretska parlamentinum og ES tingið skulu góðkenna avtaluna, áðrenn hon fær gildi.
Um tað fer at eydnast í november er framvegis ivi um.