- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanada umber viðferð av sjúkum inuittum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/inuittar_tuberklar2.png?itok=tL7M80hG)
Kanadiska stjórnin fer at biðja um almenna umbering fyri, hvussu tuberklasjúkir inuittar úr Nunavik og Nunavut vórðu viðfarnir í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1960.
KNR skrivar, at nógvir sjúkir inuittar vórðu sendir suðureftir til sjúkrahús og sanatoriir, men at mong ongantíð komu afturíaftur.
Næstan helvtin av øllum inuittum í eystur-Arktis vórðu á henda hátt send til viðgerðar sunnanfyri, - teir flestu til Hamilton, sum er ein býur í Ontario, og eisini til Quebec og Montreal.
Nøkur fingu heilsubót og komu aftur til familjur sínar. Onnur blivu send norður aftur, men funnu ongantíð sína ætt aftur. Og mong doyðu av lungnasjúkuni og vórðu jarðað sunnanfyri.
KNR skrivar, at mangan var ógreitt, hvør varð jarðaður og hvar. Familjurnar vistu einki um lagnuna hjá teimum, sum vórðu flutt suðurum, og tær fingu heldur ongantíð nakað at vita.
Hetta ætlar kanadiska stjórin nú at biðja um almenna umbering fyri.
Umberingin hevur verið umrødd av stjórnini og tveimum inuit-felagsskapum, og hon kemur væntandi um stutta tíð, skrivar grønlendska kringvarpið.