- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógaruppskot alt ov stutta hoyringarfreist

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni steðgaði einum lógaruppskoti hjá landsstýrinum, tí tað var ikki búgvið at fara í løgtingið.
Uppskotið var ikki búgvið, tí tað hevði ikki verið til hoyringar.
Ikki øll lógaruppskot hjá landsstýrinum hava verið til hoyringar, tá tey fara í tingið.
Hetta er ikki røtt mannagongd, sigur Lógartænastan. Uppskotini eru ikki liðug, fyrr enn tey hava verið til hoyringar.
Fyrst í løgtingið
Tí er ikki rætt at siga, at uppskotini fara til hoyringar, eftir at løgtingið hevur fingið tey.
Lógaruppskot eiga at vera til hoyringar í minsta lagi fýra vikur, ella 28 dagar.
Hetta verður ikki altíð hildið, sigur Lógartænastan.
Stytsta hoyringarfreistin í farnu tingsetu var fimm dagar. Tann longsta var 60 dagar.
Fimta hvørt
Bara fimta hvørt lógaruppskot hevði tilmæltu hoyringarfreistina í tingsetuni, sigur Lógartænastan.
Meira enn ein fjórðingur av uppskotunum í farna tingsetu hevði ikki nóg langa hoyringarfreist.
Tað eru alt av nógv lógaruppskot, heldur Lógartænastan.
Stutta hoyringarfreistin er galdandi fyri øll aðalráðini uttan Løgmansskrivstovuna.
Ringast er Fiskimálaráðið. Har var hoyringarfreistin í øllum førum styttri enn 14 dagar.
Kannar lógaruppskot
Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni kannaði 248 uppskot frá aðalráðunum og tveimum stovnum, Sjóvinnustýrinum og Fjarskiftiseftirlitinum, sum hava lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum, í løgtingsárinum 2017.
Hetta er 24 uppskot fleiri enn í 2016.
Lógartænastan eftirkannaði 83 prosent av uppskotunum innan fimm yrkadagar, og 92 prosent av uppskotunum vórðu eftirkannað innan átta yrkadagar.
Átta lógaruppskot, sum Lógartænastan kannaði í farnu tingsetu, fóru ikki í løgtingið.
