- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varskógvar álit um varskógvaraskipan

Seinast í hesari vikuni væntar Fíggjarnevndin hjá løgtinginum at skriva álit um tvey tingmál, sum hon hevur havt leingi.
Nevndin hevur biðið um freist til 16.november, sum er fríggjadagin.
Annað málið er uppskotið um varskógvaraskipan, sum kom í tingið 21.august og fór í Fíggjarnevndina eftir fyrstu viðgerð 10.september.
Mælti frá
Semja er ikki í landstýrinum um uppskotið. Samferðslumálaráðið heldur, at ein kanning eigur at gerast fyrst fyri at vita, um brúk er fyri einari varskógvaraskipan í Føroyum.
Samferðslumálaráðið mælti frá, at uppskotið varð lagt fyri løgtingið.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði kortini uppskotið fram.
Samferðslumálaráðið heldur fyrst og fremst, at ein varskógvaraskipan er eitt arbeiðsmarknaðarmál, sum Samferðslumálaráðið
av røttum eigur.
Dátueftirlitið heldur, at lógaruppskotið um varskógvaraskipan er ófullfíggjað.
Skattafrítt útgjald
Fíggjarnevndin ætlar eisini at verða liðug við upppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lata útgjaldið úr Samhaldsfasta verða skattafrítt.
Flokkurin heldur uppá, at fólk longu hava goldið skatt av pengunum, tí inngjaldið í Samhaldsfasta er skattað.
Uppskotið fór í Fíggjarnevndina eftir fyrstu viðgerð 27.september.
