Demokratarnir vunnu húsið

Demokratarnir vunnu húsið
Demokratarnir hava eftir øllum at døma vunnið meirlutan í umboðsmannatinginum í USA eftir miðskeiðisvalið í gjár.
Ein fegin Nancy Pelosi, leiðari hjá demokratunum.
 
07.11.2018 - 09:09

Endaliga úrslitið er ikki greitt enn, tí tað er ikki liðugt at telja allastaðni, men í samteljingini higartil hava demokratarnir vunnið 214 sessir og republikanski flokkurin 197 sessir. Higartil eru 411 av 435 sessum liðugt taldir.

218 sessir skulu vinnast fyri at fáa meirluta.

Seinastu setuna hevur republikanski flokkurin havt meirilutan við 235 sessum.

Úrslitið merkir, at Demokratarnir nú hava frægari møguleika at verða andstøða móti republikanska flokkinum og politikkinum, ið verður førdur. Frammanundan valinum hevði republikanski flokkurin ræði á bæði senatinum og umboðsmannatinginum, ið saman eru lóggevandi valdið í USA.

Senatið verður tó framhaldandi republikanskt.

Tað er heldur ikki liðugt at telja atkvøður til senatið, men í løtuni sær út til, at republikanski flokkurin framhaldandi fer at hava meirilutan - møguliga eisini økja um meirilutan.

Tað eru 100 sessir í amerikanska senatinum, tveir fyri hvønn stat. Tað vórðu tó bara 35 sessir, sum kappast var hesaferð - flestu av teimum vórðu sessir, ið Demokratar sótu í.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878