- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark kallar sendifólk í Iran heim

- Talan er um villeiðing. Hetta er enn eitt dømi um samansvørjing og ætlanir, sum væl kend iransk mótstøðufólk standa á odda fyri, tí tey vilja oyðileggja góða og framfýsna sambandið millum Iran og ES í hesi avgerandi støðuni, eru boðini, sum tíðindadeildin á Danmars Radio hevur fingið frá iranska uttanríkisráðnum.
Noktar seg sekan
Á tíðindafundi seinnapartin í gjár greiddi Finn Borch Andersen, leiðari á PET, sum er danska fregnartænastan, frá, at tey høvdu handtikið og varðhaldsfongslað ein mann, sum er norskur ríkisborgari, men av iranskum uppruna, fyri at leggja ætlanir um at taka leiðaran av iranska bólkinum ASMLA í Danmark av døgum.
Maðurin noktar seg sekan.
Hann er skuldsettur fyri at hava sett á stovn eina iranska fregnartænastu í Danmark og at hava fyrireikað eina álopsroynd.
Kalla sendifólk heim
Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði við Danmarks Radio í gjárkvøldið, at Danmark vil senda eitt tekin til iransku stjórnina um, at støðan undir ongum umstøðum kann góðkennast.
Uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen var avgjørdur á tíðindafundi, har hann greiddi frá iransku ætlanunum í Danmark.
Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at Danmark hevur kallað sendifólk sítt í Teheran heim til samrøðu beinanvegin.
- Iranska stýrið er eitt yvirgangsstýrið
Danska TV2 hevur tosað við ein av teimum trimum iranunum í Danmark, sum ætlandi skuldu drepast.
Teir eru limir av ASMLA, einum bólki, sum stríðist fyri, at ávíst øki í Iran verður sjálvstøðug tjóð - men hesin bólkurin verður av iransku stjórnini settur í samband við eitt yvirgangsálop, sum 22. september kostaði 25 fólkum lívi.
Maðurin, TV2 hevur tosað við, býr í Ringsted, hann er talsmaður fyri bólkin og sigur seg ikki vera bilsnan av støðuni. Iranska stýrið er eitt yvirgangsstýrið, sum fremur yvirgang kring allan knøttin. Tí er tað ein lætti, at Danmark og umheimurin nú veit av hesum, sigur hann millum annað.
Bæði forsætisráðharrin í Bretlandi, Theresa May, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hava alment boðað frá, at tey stuðla donsku stjórnini.