Eyka býráðsfundur á Tvøroyri mánakvøldið

Eyka býráðsfundur á Tvøroyri mánakvøldið
Eyka býráðfundur er á Tvøroyri í kvøld, men málið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen, borgarstjóra og løgtingslimir, er ikki á skrá.
 
29.10.2018 - 14:47

Eitt mál er á skránni til eyka býráðsfundin í kvøld, tað er um broyting av byggisamtykt.

Kommunuala eftirlitið hevur annars heitt á borgarstjóran um at seta málið um dupultmandatið á skrá næstkomandi býráðsfundi. Næsti regluligi býráðsfundur hjá Tvøroyar býráð er 5. november.

Tvøroyrar Býráð hevur annars samtykt, at Kristin Michelsen bæði kann vera borgarstjóri og løgtingslimur.

Men eftir at andstøðan fekk meirlutan í býráðnum hava tey biðið um at fingið málið til nýggja viðgerð, men tað hava tey higartil ikki fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962