Eik-oddamenn skulu rinda 28,6 milliónir

bannari
Eik-oddamenn skulu rinda 28,6 milliónir
Dómur er fallin í danska Eik-málinum. Fýra oddamenn, teirra millum Marner Jacobsen, eru dømdir at rinda 28,6 milliónir til Fíggjarligt støðufesti
 
26.10.2018 - 12:28

Fýra oddamenn í Eik banka í Danmark, teirra millum Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður, skulu gjalda Fíggjarligum støðufesti 28,6 milliónir krónur umframt rentu frá 30.november 2011. 

Teir skulu gjalda ein fjórðing hvør. 

Men Hans Laksá og grannskoðanarvirkið smápartafelagið NOTA blivu frídømd í sakarmálinum millum Fíggjarligt støðufesti og Eik banka í Danmark.

Hans Laksá og Nota fáa góðar seks milliónir krónur í sakarkostnaði frá Fíggjarligum støðufesti.

Fíggjarligt støðufesti skal eisini rinda statskassanum 33,1 milliónir í sakarkostnaði hjá teimum stevndu. 

Harafturat vórðu ein stjóri og ein nevndarlimur frídømdir í Eystara landsrætti í dag.

Tríggir nevndarlimir, tríggir stjórar og grannskoðanin vórðu stevnd eftir 250 milliónir krónur. Teir kravdu allir frídøming. 

Endurgjaldskravið endaði tó niðri á 28,6 milliónum krónum sambært dóminum í Landsrættinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017