Semingsstovnurin boðsendur

Semingsstovnurin boðsendur
Semingsstovnurin er boðsendur at royna at finna semju ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Lønardeildina.
Anfinnur í Garðalíð er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum hevur sent boð eftir Semingsstovninum, nú samráðingarnar millum Skipara- og Navigatørfelagið og Lønardeildina slitnaðu.
 
25.10.2018 - 14:53

Semingsstovnurin er boðsendur at royna at finna semju ímillum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Lønardeildina um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna og Magnus Heinason.

Tað boðar Føroya Skipara- og Navigatørfelag frá í tíðindaskrivi.

Felagið sigur, at sjey samráðingarfundir hava verið, men einki endaligt spurdist burturúr. Sjeyndi og seinasti samráðingarfundurin var týsdagin. 

Áðrenn samráðingarnar slitnaðu, eydnaðist at fáa eina semju um t.d. dokking, dagførdar ásetingar um barsil, og so var eisini funnin semja um at broyta bygnaðin í lønartalvunum. 

Tey viðurskiftini vóru ikki trupul at fáa semju um, sigur Skipara- og Navigatørfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109