ST: Danmark skal rudda í Grønlandi

ST: Danmark skal rudda í Grønlandi
Í nýggjari ST-frágreiðing stendur millum annað, at danski staturin skal eyðmerkja og beina burtur allar leivdir av verjuvirkseminum í Grønlandi.
Mynd: Walter Turnowsky // Sermitsiaq  
 
24.10.2018 - 10:24

Danski staturin skal eyðmerkja og beina burtur allar leivdir av amerikanska verjuvirkseminum í Grønlandi. Og USA skal eisini gera sítt.

Tað stendur í eini ST-frágreiðing, sum blaðið Sermitsiaq endurgevur.

Serligi kanningarleiðarin hjá ST legði longu fyri einum ári síðani fram fyribilstilmæli, men nú hevur hann so latið endaligu frágreiðingina úr hondum til Mannarættindanevndina í ST. 

- Danmark skal eyðmerkja og beina burtur allar hernaðarligar leivdir, sum fólkið í Grønlandi vil hava burturbeindar. Og stór herðsla verður løgd á tilmælið um, at USA eisini ger sítt og stuðlar átøkunum, stendur í frágreiðingini.

Kanningin og frágreiðingin vórðu gjørd, eftir at táverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qu-jau-kitsoq, kærdi Danmark til ST fyri at bróta mannarættindini, tá ræður um burturkast og leivdir frá gomlu amerikansku herstøðunum í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962