Flott úrslit í Montenegro

Flott úrslit í Montenegro
Føroyar spældu javnleik ímóti Montenegro í EM-undankappingardysti í hondbólti
Mynd: hsf.fo  
 
24.10.2018 - 17:58

Tað gekst væl betri enn væntað í dystinum hjá føroyska hondbóltslandsliðnum ímóti Montenegro.

Dysturin endaði við javnleiki 24-24. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 15-10.

Montenegro kom ikki upp á javnleik fyrr enn 15 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Tá 47 minuttir vóru spældir fór Montenegro fram um á fyrsta sinni í dystinum, 19-18.

Tá bara fýra minuttir vóru eftir, var Montenegro á odda við trimum málum, 24-21, men føroyingarnir hildu á at stríðast.

Tá fá sekund vóru eftir av dystinum var Montenegro á odda 24-23, og teir høvdu eisini bóltin.

Niklas Simonsen bjargaði skotinum frá einum púra fríum spælara, og so vóru Føroyar í álop.

Rói Berg Hansen javnaði til 24-24 við síðsta kastinum í dystinum.

Montenegro-Føroyar 24-24 (10-15)

Rói Berg Hansen 6 mál
Jónas Gunnarson Djurhuus 6 mál
Allan Norðberg 3 mál
Nicklas Selvig 3 mál
Rúni Vest Højgaard 3 mál
Helgi Hildarson Hoydal 2 mál
Kjartan Johansen 1 mál

Føroyar spæla aftur EM-undankappingardyst leygardagin ímóti Danmark í Skjern.

Hóast dysturin er í Danmark, so eru tað Føroyar, ið eru á heimavølli.

Hondbóltslandsliðið sleppur ikki at spæla sínar heimadystir í Føroyum, tí evropeiska hondbóltssambandið góðkennir ikki hallirnar. 

Dysturin millum Føroyar og Danmark verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum. Vit byrja klokkan 14.55.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878