Landsstýriskvinna í Grønlandi leggur frá sær

Landsstýriskvinna í Grønlandi leggur frá sær
Grønlendski polittikarin, Doris J. Jensen, boðaði í gjárkvøldið frá, at hon leggur frá sær sum landsstýriskvinna í heilsu- og lógarmálum.
 
18.10.2018 - 09:39

Orsøkin er, at eitt bensinkort, sum varð til tænastubilin hjá henni, er misnýtt.

- Hóast eg ikki havi brotið lógina, so havi eg gjørt av at fara frá sum landsstýriskvinna, tí illgrunin er ov nógv fyri meg og familjuna, segði landsstýriskvinnan í heilsu- og lógarmálum á tíðindafundi í gjár. 

Doris J. Jensen segði á tíðindafundinum, at tað var ein, sum hevði búð sama stað sum hon og familjan, men at viðkomandi ikki búði har longur.

Hon segði eisini, at illgruni er ímóti sær og manninum fyri at hava misnýtt bensinkortið, og tað vilja tey ikki hava sitandi á sær. Tí hevur hon gjørt av at leggja frá sær. Hon fer ikki at bíða eftir eini kanning, sum verður gjørd.

Doris J. Jensen tekur sætið aftur í landstinginum.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður vil ikki gera viðmerkingar til málið, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962