Handilskríggið kann kosta nógv

Handilskríggið kann kosta nógv
Handilskríggið kann hava við sær, at fleiri milliónir fólk missa arbeiðið, sigur heimshandilsfelagskapurin, WTO.
Forsetin í Kina, Xi Jinping, og amerikanski forsetin, Donald Trump, hava áhaldandi lagt toll á vørur hjá hvørjum øðrum seinasta árið.
 
18.10.2018 - 09:29

Fer handilskríggið kring heimin at halda fram, so kann úrslitið vera, at milliónir av fólkum fara at missa starvið. Tað eru greiðu boðini frá heimshandilsfelagskapinum, WTO.

Stjórin í handilsfelagskapinum, Roberto Azevedo, sigur, at gongdin fer at hava við sær, at fólk og fyritøkur mugu laga seg til nýggju avbjóðingina, og at tað fer at taka tíð. Tí er vandi fyri, at milliónir av fólkum fara at missa arbeiðið.

Handilsósemjur eru fleiri staðni í heiminum, og ringasta stríðið er ímillum USA og Kina, sum meginpartin av hesum árinum hava lagt toll og avgjøld á vørur hjá hvørjum øðrum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sera ónøgdur við, at USA hevur stórt hall í handlinum við Kina. Í fjør seldi USA vørur til Kina fyri 130 milliardir dollarar, samstundis sum Kina seldi USA vørur fyri 505 milliardir dollarar. Tí hevur Trump í ár lagt toll og avgjøld á kinesiskar vørur fyri 250 milliardir dollarar.

Amerikanski forsetin hevur eisini hótt Evropa, og líkt er ikki til, at handilskríggið hæsar av í bræði, sigur stjórin í heimshandilsfelagskapinum, Roberto Azevedo.

Hann mælir til samráðingar fyri at finna eina loysn á handilskrígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856