Matstovur skulu kunna innflyta vín

Matstovur skulu kunna innflyta vín
Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar eitt lógaruppskot um, at Loyvisnevndin kann geva matstovum og øðrum fyritøkum loyvi til at innflyta vín.
 
17.10.2018 - 09:01

Matstovur, sum hava skeinkiloyvi, skulu nú kunna innflyta vín uttan um Rúsuna.

Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar eitt lógaruppskot um, at Loyvisnevndin kann geva matstovum og øðrum fyritøkum loyvi til at innflyta vín, sum í mesta lagi er 15 prosent, frá 1.januar næsta ár.

Vinnumálaráðið sigur, at matstovuvinnan hevur oftari enn eina ferð víst á, at hon hevur brúk fyri at hava eitt størri úrval av dygdarvínum at bjóða gestum.

Tí verður lógin nú broytt. Og tað er eisini í samsvari við ferðavinnupolitikkin, sigur Vinnumálaráðið.

Sambært uppskotinum kunnu fyrtøkur selja innflutta vínið til Rúsuna ella til fyritøkur, sum hava skeinkiloyvi, so sum matstovur.

Vínið kann goymast á frígoymlu og tollavgreiðast so hvørt, tað verður tikið út haðani. 

Vinnumálaráðið væntar, at nýggja skipanin fer at kosta Rúsdrekkasøluni eina millión og 350.000 kr. næsta ár, eina millión og 480.000 kr. í 2020 og eina millión og 620.000 kr. í 2021.

Samstundis verður avlopskravið til Rúsuna stillað samsvarandi.

Tað verður eisini mett at vera ein fyirmunur hjá matstovuvinnuni, at hon fer at kunna samráðast um prísin á víni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962