Samráðast um kvoturnar í Barentshavinum

Samráðast um kvoturnar í Barentshavinum
Árligu samráðingnar millum Norra og Russland um kvoturnar í Barentshavinum byrja í dag.
 
15.10.2018 - 12:45

Fiskasløgini, ið samráðst verður um, eru millum annað toskur, hýsa og lodna.

Tað eru stór virði, ið eru upp á spæl. Sambært norska fiskimálaráðnum, hevði fiskiskapurin í Barentshavinum í fjør eitt virði á góðar 16 milliardir norskar krónur. 

Samráðingarnar hava áhuga fyri føroyingar eisini, tí vanliga verður kvotan hjá triðjalondum í Barentshavinum sett eftir ásettu heildarkvotuni, ið Norra og Russland koma ásamt um.

Kvotan hjá føroyingum í Barentshavinum var uppá tað hægsta í 2017 - tá var hon 30.000 tons. Russland og Norra lækkaðu heildarkvotuna í Barentshavinum fyri 2018 við góðum tíggju prosentum, og tað hevði eisini við sær, at okkara kvota lækkaði niður í 27.000 tons.

Roknað verður eisini við, at kvotan minkar í ár. Eitt nú hevur ICES mælt til, at toskakvotan í Barentshavinum í næsta ár ikki verður hægri enn 675.000 tons. Tað er ein lækking á 100.000 tons í mun til kvotuna í ár.

Seinasta ár mælti ICES til eina toskakvotu í Barentshavinum á 712.000 tons, men tá komu partarnir ásamt um 775.000 tons.

ICES mælir eisini til, at hýsukvotan í Barentshavinum skal lækka - frá 202.000 tonsum til 150.000 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859