- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltslandsliðið úttikið
Venjarin Sonni Larsen hevur á tíðindafundi fyrrapartin kunngjørt liðið.
Málverjar vera Niklas Simonsen úr TMT Tønder og Nicholas Satchwell úr Neistanum.
Vongspælarar vera Rói Berg Hansen úr FIF, Allan Norðberg úr KA, Nicklas Selvig úr TMS Ringsted og Sjúrður Olsen úr VÍF.
Strikuspælarar eru Helgi Hoydal úr Viking Stavanger, Rókur Akralíð úr Kyndli og Rógvi Dal Christiansen úr Kyndil.
Spælskiparar eru Jónas Djurhuus úr HØJ og Tróndur Kragesteen úr Neistanum.
Og bakkar eru: Peter Krogh, H71, Brandur Halgirsson, H71, Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF, Rúni Vest Højgaard, H71, Áki Egilsnes, KA og
Kjartan Johansen, Viking Stavanger.
Allan Norðberg verður við móti Montenegro, men ikki móti Danmark. Hans Eli Sigurbjørnsson verður við móti Danmark, men ikki móti Montenegro.
Montenegro verjur vanliga 3-2-1, og tá er tørvur á einum kvikum vongspælara sum Allani. Danmark hevur vanliga eina 6-0 verju, og tá verður tørvur á Hans Eli, sum er fimur í fótskiftinum og kann geva donsku verjuni avbjóðingar, sigur landsliðsvenjarin.
Báðir dystirnir vera á útivølli. Tann fyrri verður spældur í Montenegro mikudagin 24. oktober. Dysturin móti Danmark verður í Skjern leygardagin 27. oktober. Føroyar hava heimadyst móti dønum í Jyllandi, tí evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur kolldømt høllirnar í Føroyum til altjóða dystir.