Vilja broyta vallógina

Vilja broyta vallógina
Sambandsflokkurin roynir nú aftur at broyta vallógina soleiðis at atkvøðurnar á smáu valstøðunum ikki verða so sjónligar í uppteljingini.
 
06.10.2018 - 10:46

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta vallógina soleiðis, at um eitt valstað hevur færri enn 200 veljarar, verða atkvøðukassarnir fluttir til annað valstað, og so verða atkvøðurnar taldar saman við atkvøðunum á tí valstaðnum.

Sum grundgeving fyri at broyta lógina sigur Sambandsflokkurin, at tað er ein meginregla í vallógum, at val skulu vera loynilig.

- Men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum. 

Í lógini um val til løgtingið er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar. Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

Uppskotið til broyting fevnir um bæði val til løgtingið og kommunurnar.

Royndir hava áður verið gjørdar at broyta vallógina soleiðis at atkvøður á smærru valstøðunum teljast saman við størri valstøðum. Seinast var í vár, tá Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum skeyt upp at broyta lógina. 

Tað málið fall burtur, tí tað var ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962