Eykajáttan til menningarkvotur

Eykajáttan til menningarkvotur
Menningarkvotur eru ein orsøk til, at Fiskimálaráðið nú skal hava eykajáttan
 
23.09.2018 - 11:54

Fiskimálaráðið skal hava meira pengar at reka ráðið fyri. Ráðið hevur biðið um 600.000 krónur í eykajáttan, sum skal viðgerast í løgtinginum týsdagin.

Fleiri orsøkir eru til, at ráðnum vantar pengar. Millum annað skal ráðið flyta út í Tinganes, og hetta elvir til eykaútreiðslur. 

Og so kosta menningarkvoturnar eisini ráðnum eyka pengar, og haraftrat má Fiskimálaráðið hava meira pengar, tí ráðið hevur øktar útreiðslur til advokathjálp.

Pengar skulu millum annað brúkast til rættarmál.

Eykajáttanin til viðgerðar

Játtanin til Fiskimálaráið er í ár slakar 15,2 mió krónur.

Løgtingið skal sum nevnt viðgera umbønirnar um eykajáttan á tingfundi nú týsdagin.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151