- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handverkarar farnir at samráðast
Handverkarar farnir at samráðast
Handverkarafeløgini og arbeiðsgevarafeløgini eru farin at samráðast um nýggjan lønarsáttmála.

18.09.2018 - 10:12
Samráðingarnar millum Handverkarafelagið og Landsfelag handverkaranna og Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelag eru farnar í gongd. Tað sigur Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Krøvini um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 1.oktober, vórðu latin í síðstu viku.
Partarnir brúka nú nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum og hittast aftur seinni í hesi vikuni.
Handverkararnir hava sagt upp sáttmálan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV