- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at bíða við at halda springarum til
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/41589730_396143564251061_4656851636814086144_n.jpg?itok=QioAC5wv)
Allir grindaformenn í Føroyum eiga at seta seg saman at viðgera springarardráp. Meðan tað verður gjørt eigur at verða bíðað við at halda springarum til.
Tað heldur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkunm, Helena Dam á Neystabø.
Í tíðindaskrivi sigur forkvinnan í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, at tey í Javnaðarflokkinum mæla til, at allir grindaformenn í Føroyum beinan vegin seta seg saman at viðgera avbjóðingina, og sum skjótast boða politiska myndugleikanum frá, millum annað hvussu tryggjast kann at springaradráp er burðardygt í mun til stovnsrøkt og gagnnýtslu av tilfeingi og at eftirlit verður við øllum drápum.
Javnaðarflokkurin heitir á landsstýrið um at kalla grindaformennirnar saman í stundini, so at viðgerðin kann byrja.
Meðan arbeitt verður við at loysa hesar spurningar, kunnu vit bíða við at halda springarum til, verður skrivað í tíðindaskrivinum.