Uppskot um tónleikaútflutningsstovu til hoyringar

Uppskot um tónleikaútflutningsstovu til hoyringar
Nýggja stovan skal virka fyri at flyta út føroyskan tónleik og ráðgeva útlendingum, sum vilja arbeiða saman við føroyingum um tónleik.
 
14.09.2018 - 12:04

Tað almenna skal stuðla tónleiki, sum verður útfluttur.

Lóg um Tónleikaútflutnings-stovu er á veg. Uppskotið er til hoyringar í løtuni.

Nýggja stovan skal virka fyri at flyta út føroyskan tónleik og ráðgeva útlendingum, sum vilja arbeiða saman við føroyingum um tónleik.

Vinnumálaráðið sigur, at í politikkinum um skapandi vinnur verður mælt til nógv átøk.

Filmshúsið varð sett á stovn í fjør, og landsstýrið hevur nú tikið stig til at raðfesta útflutning av føroyskum tónleiki. 

Ein millión krónur verður sett av til Tónleikaútflutningsstovuna í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár. Milliónin er til leiðara, skrivstovuhald og marknaðarføring.

Ætlanin er, at Tónleikaútflutningsstovan skal hava inntøkur í sambandi við virksemið hjá sær.

Tær inntøkurnar verða tiknar við í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019, sigur Vinnumálaráðið.

Eitt trí-mannastýri skal leiða Tónleikaútflutningsstovuna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109