Býráðsfundur um eyka býráðsfund

Býráðsfundur um eyka býráðsfund
Tvøroyar Býráð fer á fundi at viðgerða umbønina um eyka býráðsfund.
 
10.09.2018 - 08:50

Tvøroyar býráð fer í kvøld at viðgera áheitanina frá meirlutan í býráðnum, tað eru umboðini hjá Javnaðarflokkinum, um at hava eyka býráðsfund um málið við eldrasambýlinum við Sílá.

Javnaðarflokkurin vil hava Tvøroyar kommnu at keypa ella leiga bygningin.

Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi hann. Bygningurin er síðani bygdur uppaftur, millum annað so hann er egnaður til eldrasambýlið.

1. januar 2015 var eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fekk tá ábyrgdina av øllum eldraøkinum í oynni.

Bú- og Heimatænastan setti sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýlið í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur. 

Eisini sambýlið við Sílá. 

Bú- og Heimatænastan vildi keypa bygningin fyri okkurt um 11 milliónir krónur. Bú- og Heimatænastan avtalaði eisini við eigararnar um at keypa bygningin. Men síðani er onki hent, tí Bú og Heimatænastan er ikki væl fyri fíggjarliga.

Tí vil Javnaðarflokkurin á Tvøroyri hava kommununa at taka um endan í fyrstu atløgu.

Býráðsfundurin á Tvøroyri er klokkan 19 í kvøld. Málið um eyka býráðsfund í samband við sambýlið við Sílá er seinasta á skránni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856