Sleppa ikki at taka støðu til dupultmandatið nú

Sleppa ikki at taka støðu til dupultmandatið nú
Á Tvøroyri vil meirilutin viðgera dupultmandatið hjá borgarstjóranum á býráðsfundinum mánakvøldið, men málið er ikki sett á skrá
 
07.09.2018 - 18:09

Mánakvøldið verður býráðsfundur á Tvøroyri.

Men tað verður ikki nú mánakvøldið, at Kristin Michelsen skal taka støðu til, um hann vil vera borgarstjóri á Tvøroyri ella løgtingsmaður.

Tað vil meirilutin í býráðnum annars.

Mánakvøldið í hesari vikuni – tann 3. september - sendu Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bjarni Hammer og Bogi Johannesen bæði kommunustjóranum og borgarstjóranum ein teldupost.

Tey skriva soleiðis í teldupostinum:

"Á býráðsfundinum tann 13. februar 2017 varð loyvi givið Kristini Michelsen at vera borgarstjóri fulla tíð hjá Tvøroyrar kommunu, samstundis, sum hann situr sum løgtingslimur.

Meirilutin ynskir at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð. Hetta skal vera á fyrst komandi býráðsfundi."

Rúgvismikil skrá

Og fyrst komandi býráðsfundur er nú mánakvøldið. Men málið er ikki á skrá.

Kommunustjórin Jónleyg Jespersen Bech sigur, at tað er borgarstjórin, sum setur mál á skrá til býráðsfundir, og hon vísir annars til borgarstjóran Kristin Michelsen.

Og Kristin Michelsen sigur, at skráin til býráðsfundin mánakvøldið er so rúgvismikil, at tað er ikki pláss fyri málinum um hansara dupultmandat.

Býráðsfundurin á Tvøroyri plagar at vera klokkan fimm, men mánakvøldið verður hann klokkan sjey.

Orsøkin er, at Føroyanevndin hjá danska Fólkatinginum vitjar í Suðuroy mánadagin, og sum borgarstjóri er Kristin Michelsen ein av vertunum.

Og borgarstjórin ætlar sær ikki at fundast til langt út á náttina.

Viðurskifti skulu kannast

Um borgarstjórin vildi, so kundi hann tikið onnur mál av skrá, og sett hetta málið á skrá ístaðin.

Men Kristin Michelsen sigur, at tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu kannast, áðrenn málið, um hann kann sita sum bæði borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, er búgvið til ein býráðsfund.

Ósamd um arbeiðsorkuna

Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri heldur, at borgarstjórin røkir ikki sínar skyldur, sum hann skal sambært kommunustýrislógini.

”Listin av samtyktum, sum ikki blíva framdar, verður longri og longri, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Er tað tí, at hann ikki megnar at røkja tvey fulltíðarstørv?,” spurdu javnaðarumboðini í býráðnum á Facebook sunnukvøldið.

Meira enn tað vilja tey ikki siga.

Kristin Michelsen sigur sjálvur, at hann kennir einki til, at listin við samtyktum, sum ikki verða framdar, er langur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497