- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Føroyar eiga og skulu vinna á Malta
Føroyar eiga og skulu vinna á Malta á heimavølli.
Tað sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, undan fyrsta dystinum í nýggju Nations League-kappingini fyri manslandslið í fótbólti.
Føroyar spæla móti Malta á Tórsvølli í annaðkvøld.
- Skulu vit enda ovaliga í bólkinum, so er tað neyðugt í bólkadystum sum hesum, har liðini grundleggjandi eru jøvn, at vinna heimadystirnar, sigur landsliðsvenjarin.
Eftir góðu úrslitini í seinastu undankappingini, tá Føroyar fingu 9 stig í alt, eru fleiri farin at halda, at vit hava ikki havt betur landslið enn júst nú. Lars Olsen er ikki heilt ósamdur.
- Tað eru fleiri og fleiri av okkara monnum, sum spæla uttanlands og eru fastir partar av liðunum, og tað minnist eg ikki, at vit hava sæð fyrr. Við tí grundarlagi, so hevur tað faktisk ikki sæð betri út enn júst nú, men sum sagt, tað er á vøllinum, at vit skulu prógva okkara virði, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti.
Seinast Føroyar og Malta spældu var í venjingardysti á Malta í 2013. Tá vann Malta 3-2. Seinast Malta spældi í Føroyum var í øðrum venjingardysti í 2004. Tá vunnu Føroyar 3-2.
Føroyar og Malta spældu í 1997 tveir dystir sínamillum í undankappingini til HM-endaspælið í Fraklandi í 1998. Føroyar vunnu báðar dystirnar 2-1.
Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.45. Kringvarpið sendir beinleiðis bæði í sjónvarpi og útvarpi.