Skulu ikki søkja um fiskiloyvi

Skulu ikki søkja um fiskiloyvi
Bátar í bólki 5 skulu ikki søkja um fiskiloyvi aftur fyrrenn á nýggjárinum.
 
05.09.2018 - 15:21

Vørn sigur á heimasíðuni, at Vørn fær javnan umsóknir um endurnýggjan av fiskiloyvum frá eigarum av fiskiførum í bólki 5. 

Orsøkin er helst, at skipanin, ið var galdandi til 31. desember 2017 var soleiðis, at fiskiárið byrjaði 1. september og endaði 31. august árið eftir.

Hesi viðurskifti eru broytt. Nú eru fiskiloyvini galdandi frá 1. januar til 31. desember. Tí skulu tey, ið hava fingið fiskiloyvi, ikki søkja fyrrenn til ársskiftið, skrivar Vørn á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151