Semja í eygsjón millum USA og Meksiko

Semja í eygsjón millum USA og Meksiko
USA og Meksiko hava funnið semju um fríhandilstreytir partanna millum, nú NAFTA-avtalan skal endurnýggjast.
Meksikanski forsetin, Enrique Peña Nieto, vónar, at semja verður gjørd í hesi vikuni.
 
28.08.2018 - 09:18

Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá í dag.

Skal avtalan fáast endaliga í lag, krevst, at Kanada, sum er triðja landið í skipanini, eisini skrivar undir.

Tingingarnar byrjaðu fyri umleið einum ári síðani, tá Donald Trump hótti við at taka USA úr NAFTA, tí NAFTA, sambært honum, hevur skatt amerikansku framleiðsluvinnuna, serliga bilídnaðin.

Kanada hevur ikki verið partur av tingingunum seinastu vikurnar, skrivar BBC.

Meksikanski forsetin, Enrique Pena Nieto, skrivar á twitter, at hann hevur tosað við kanadiska forsætisráðharran, Justin Trudeau, og at hann vónar, at tey trý londini kunnu gera endaliga semju í hesari vikuni, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878