- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magn fingið loyvi at yvirtaka Demich

3. apríl í ár fekk Kappingareftirlitið fráboðan um, at Magn hevði ætlanir um at yvirtaka Demich.
Yvirtøkan er liður í ætlanini hjá Magn um at gerast heildarveitari í grønari orku.
Magn hevur eisini ætlanir um at gera streym og selja hann til endabrúkaran.
Kappingarráðið góðkendi yvirtøkuna í síðstu viku.
Men treytin er, at Magn góðtekur, at Kappingareftirlitið skal góðkenna átøk, har felagið bindir ella buntar vørur hjá Magn við vørur hjá Demich og í teimum førum, har sáttmálar binda viðskiftafólk longri enn eitt ár.
Kappingarráðið vildi ikki góðtaka umsóknina í fyrsta umfari. Men tá Magn játtaði at geva seg undir treytina, sum so kom í góðkenningina, var leyst og liðugt.