Landsrætturin staðfesti dóm í hassj-máli

Landsrætturin staðfesti dóm í hassj-máli
Eystari landrættur hevur staðfest dómin, sum tvey fólk úr Litava fingu í Føroyu rætti fyri at royna at smugla fýra kilo av hassji til Føroya.
 
27.08.2018 - 10:52

Tvey fólk út Litava fingu átta mánaða fongsulsrevsing fyri at royna at smugla hassj til Føroya.

Fólkini, kvinna og maður, komu til Føroya við Norrønu úr Danmark í summar.

Í kuldaskápinum í kampingvogni teirra vóru 15 blikk. Í teimum vóru, sambært tí, sum stóð á blikkunum, niðursjóðaðar matvørur.

Men í blikkunum var hassj, sum sambært ákæruvaldinum skuldi seljast í Føroyum. 

Við tí hassjprísi, sum er vanligur her á landi, er talan um eina millión krónur.

Tey bæði nokta seg sek. Tey vístu einki um innihaldið í blikkunum, sum stóðu í kuldaskápinum, hava tey greitt frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717