Kvotur latnar til vinnuliga royndir

Kvotur latnar til vinnuliga royndir
Fiskimálaráðið hevur býtt 1925 tons av makreli og 3700 tons av sild til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.
 
27.08.2018 - 07:24

Fiskimálaráðið fekk tíggju umsóknir um makrelkvotuna, tær vóru 9900 tons. Fiskimálaráðið játtaði fimm umsóknum.

14 umsóknir vóru um sildina, 19.850 tons, men seks fingu sild.

Avgerðirnar vórðu tiknar eftir innanhýsis viðgerð í Fiskimálaráðnum og í samráð við Havstovuna.

Í viðgerðini í ár er eisini hugsað um játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.

Í viðgerðini og í raðfestingini er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151