Sverre Nolsøe vann Creative Business Cup

Sverre Nolsøe vann Creative Business Cup
Fríðrikur krúnprinsur kunngjørdi í dag vinnaran í Creative Business Cup. Vinnarin gjørdist Sverre Nolsøe, sum hevur ment ein persónligan alarm.
Fríðrikur krúnprinsur handar Sverra Nolsøe vinningin.
 
23.08.2018 - 16:23

Til almennu krúnprinsavitjanina í dag skuldi Fríðrikur prinsur millum annað handa vinnara-heiðurslønina til Creative Business Cup. Sjóvinnuhúsið var karmur um handanina. 

Sverre Nolsøe, sum hevur ment ein persónliga alarm, sum hjálpir fólki úr neyð, gjørdist vinnarin. Alarmurin kallast SafeFriend.

Sverre hevur navnframa íverksetaran, Jesper Buch, sum samstarvspartnara.

Sverre skal sostatt umboðað Føroyar í altjóða Creative Business Cup kappingini, sum verður í Keypmannahavn í november.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur. 

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151