- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samhandilsavtala undirskrivast fríggjadagin
Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Tatiana Valovaya, EABS nevndarlimur og ráðharri fyri búskaparsamstarvi, skriva undir formliga semjuskjalið, sum skal vera karmur um neyvari búskaparligt samstarv og øktan samhandil millum Føroyar og limalondini í EABS.
Tað skrivar vinnumálráðið á heimasíðu sínari.
Limalondini eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia.
- Hetta er úrslitið av, at vit miðvíst hava arbeitt fyri at fáa handilsviðurskiftini við limalondini í EABS í eina fastari legu enn í dag - serliga við Russland. Okkara næsta mál tí viðvíkjandi er ein fríhandilssáttmáli, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Umframt at undirskriva semjuskjalið, skal Tatiana Valovaya hitta umboð fyri landsstýrið fyrrapartin í morgin.
Seinnapartin er tiltak í Vinnuhúsinum, har høvi verður hjá áhugaðum fyritøkum at fáa kunning um møguleikarnar fyri samstarvi við EABS.
Leygardagin verður millum annað vitjað í Fámjin, í Froðba, í Salti, hjá Varðanum Pelagic og í Kirkjubø.
Tatiana Valovaya kemur til Føroya í kvøld og fer avstað aftur sunnudagin.