Føroysku vind- og sólorkuskipanirnar útbyggjast

Føroysku vind- og sólorkuskipanirnar útbyggjast
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fekk fyrrapartin handað tilmæli um skifti til varandi orku í Føroyum.
 
23.08.2018 - 12:06

Tað er fyrst av øllum vind- og sólorka, sum skal útbyggjast í Føroyum. Síðani ein pumpuskipan í Vestmanna.

M.a. hetta er tilmælið í orkukanningini, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum fekk handaða fyrrapartin.

Tað er Umhvørvisstovan, SEV og áhugafelagsskapurin hjá donsku orkufeløgunum, sum hava gjørt kanningina fyri landsstýrið.

Útbyggingarnar við vindmyllum, battarískipan og pumpuskipan í Suðuroynni, verða eisini sagdar at vera skilagóð stig at taka beinanvegin.

Øll el-orka við varandi keldum

Almenna málið er, at øll el-orka í Føroyum skal vera við varandi keldum í 2030, og í minsta lagi helvtin av øllum húsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025. 

Og tað eru stórar íløgur, sum skulu til fyri at røkka málunum. 

Við einum miðal ári til vind og avfall sum grund fyri útrokningunum, metir kanningarbólkurin, at vatngoymslur, pumpuskipanir og turbinir fara at kosta einar 400 milliónir um árið frá 2016, vaksandi til 650-700 milliónir um árið í 2030. 

Kanningin mælir til at býta íløgurnar og útbyggingarnar av el-orkuni upp í tvey tíðarskeið fram til 2030. 

Fyrst leggja dent á varandi elframleiðslu

Fyrstu fimm árini skal dentur leggjast á at útbyggja varandi elframleiðsluna. Mælt verður til at nýta framkomnar vindmyllur, sum eins og í Húsahaga eru knýttar at battarískipanum, sum javna óstøðugu vindorkuna út á elnetið. 

Eisini er neyðugt at byggja sól-orkuskipanir, sum kunnu framleiða streym um summarið, tá lítið er av vatni og vindi, stendur í kanningini.

El-netið sjálvt eigur eisini at verða útbygt hesi fyrstu fimm árini, so tað megnar at taka ímóti økta og broytta máttinum frá eitt nú vindmyllum. 

Í útrokningunum fyri fyrstu fimm árini eru vindmyllulundirnar, sum longu eru í útboði á Eiði og í Porkeri, umframt pumpuskipanin í Suðuroy. 

Síðani útbyggja pumpuskipanina

Í seinna tíðarskeiðinum skal dentur framhaldandi leggjast á at útbyggja bæði vindorku og sólorku við millum 20 og 30 MW annaðhvørt ár. Tá skal eisini stigvís útbygging av orkugoymslum í pumpuskipanum fara fram. 

Fyrsta stigið at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum kann takast uttan at víðka byrgingarnar, og hetta kann hóskandi gerast í 2024-25, stendur í kanningini. Ein útbygging av byrgingunum verður helst ikki neyðug, fyrr enn vit nærkast 2030. 

Mælt verður frá sjóvarfalsorku enn, tí hon er ov lítið ment. Battarí at goyma orku í langa tíð kunnu eisini gerast framtíðar orkugoymslur, men enn eru battarí sum langtíðargoymslur ikki búskaparliga áhugaverd, stendur m.a. í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205