Aftur grindaboð í Vágunum

Aftur grindaboð í Vágunum
Meðan grindin, sum legði beinini í gjárkvøldið verður skorin upp í Miðvági, eru enn eina grindaboð komin - hesa ferð í Sørvági.
 
22.08.2018 - 08:15

Talan kann vera um ein bólk, sum slapp í rakstrinum í gjár, tá ein grind varð funnin tríggjar fjórðingurar úr Trølanípuni seinnapartin í gjár. 

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini var grindin funnin tætt við aliringarnar hjá Luna stutt aftaná klokkan 7 í morgun.

Grindin er tó heilt lítil sambært metingunum, og tí er ivasamt, um hon verður hildin til. Ta avgerðina tekur sýslumaðurin, sum tó enn er upptikin av at skera upp í Miðvági.

Tá hann er liðugur har, verður støða tikin til, um grindin í Sørvági verður rikin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130