- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarskipanarnevndin í Grønlandi heldur fram

Í Grønlandi sleppur stjórnarskipanarnevndin at arbeiða tvey ár afturat. Og tað kostar ellivu milliónir krónur.
Nú er eisini lagt upp til, at onnur enn politikarar sleppa at vera við í stjórnarskipanarnevndini.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, verður játtanin til stjórnarskipanarnevndina hækkað við 214.000 krónum.
Úr 5,5 milliónum krónum upp í 5,7 milliónir krónur.
Ætlanin er samstundis at leingja freistina hjá stjórnarskipanarnevndini tvey ár.
Vittus Qujaukitsoq, sum er landsstýrismaður í innlendismálum, vil, at nevndin verður liðug at arbeiða í 2020.
Stjórnarskipanarnevndin skal eisini veljast av nýggjum, fimm fólk sita í nevndini, men nú skal vera tað vera møguligt hjá øðrum enn politikarum at sita í nevndini.
Løgfrøðiliga grundarlagið skal fáast upp á pláss, áðrenn nevndin verður vald, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum við Sermitsiaq.