Motorvegsbrúgv raplað í Italia

Motorvegsbrúgv raplað í Italia
Morandi-brúgvin, sum liggur yvir partar av norðuritalska býnum Genova, raplaði fyrr ídag.
Størsti parturin av brúnni rapaði yvir eina á í býnum.
 
14.08.2018 - 13:20

Talan er um eina motorvegs-brúgv, sum liggur í 100 metra hædd oman fyri partar av Genova.

Sambært italsku myndugleikunum er størsti parturin av brúnni rapaður yvir eina á í býnum, men møguliga eru hús og verksmiðjur eisini rakt.

Sambært tíðindastovuni AP vóru í minsta lagi 10 akfør á tí partinum av brúnni, sum rapaði. Og bjargingarlið á staðnum óttast, at talið av deyðum kann gerast stórt.

Enn eru tó eingi almenn boð komin um talið av deyðum. 

Orsøkin til at Morandi-brúgvin rapaði er framvegis ókend.

Løgreglan sigur á Twitter, at brúgvin rapaði eftir ein heldur brádligan ódnarvind, og hevur løgreglan lagt fleiri myndir á Twitter:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109