37 milliónir fyri útstykking í Leitinum

37 milliónir fyri útstykking í Leitinum
Í gjár skrivaði Runavíkar kommuna undir sáttmála um nógv umtalaðu útstykkingina í Leitinum í Saltangará.
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
10.08.2018 - 09:29

Sp/f RTS Contractors í Runavík átti lægsta tilboðið, og sáttmálin kostar Runavíkar kommunu slakar 37 milliónir krónur. 

Fyrri parturin skal vera liðugur um eitt gott ár, og alt skal vera liðugt í 2020, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Farið varð annars frá vinnarauppskotinum í norðurlendsku verkætlanini, tí hon bar ikki á mál. Heitt var í staðin á Ósbjørn Jacobsen arkitekt um at tekna ein býling inn í økið, sum kommunan átti. EM Ráðgeving í Saltangará fór síðan undir at neyvætla, og eftir tað varð arbeiðið boðið út.

Sp/f RTS Contractors vann, og eftir samráðingar komu partarnir ásamt um sáttmála í gjár.

Útstykkingin fer at nøkta tørvin eina tíð, men farið er longu undir at fyrireika seg til framtíðina, eftir at grundstykkini eru seld, sigur Runavíkar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308