- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skaðanevnd ovast á ynskilistanum hjá Ferðslutrygd
Skaðanevnd ovast á ynskilistanum hjá Ferðslutrygd
Væntandi kann málið fara í hoyring, tá løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd

Skaðanevndin skal kanna, hví ferðsluóhapp henda, so til ber at gera fyribyrgjandi ferðslutrygdararbeiði. (Savnsmynd)
08.04.2025 - 08:47
Skaðanevnd er framvegis ovast á ynskilistanum hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd.
Neyðugt er, at málið vendir rætt, sigur ráðið.
Tí er fremsta uppgávan at fáa serlóg um skaðanevnd samtykta.
Væntandi kann málið fara í hoyring, tá løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.
Skaðanevndin skal kanna, hví ferðsluóhapp henda, so til ber at gera fyribyrgjandi ferðslutrygdararbeiði.
Skaðanevndin hevur verið ovast á ynskilistanum hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd í minst 20 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV