- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsmaðurin og Løgmansskrivstovan framvegis ósamd um tulking
Umboðsmaðurin og Løgmansskrivstovan framvegis ósamd um tulking
Umboðsmaðurin hevur aftur heitt á Løgmansskrivstovuna um at endurskoða eitt mál um eftirløn við 60 ára aldur

Løgmanskrivstovan helt fast um, eftir at hon fekk málið fyrru ferð frá Umboðsmanninum, at tann, sum klagaði, ikki leyk treytirnar fyri eftirløn við 60 ára aldur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
08.04.2025 - 08:30
Fyri aðru ferð hevur Løgtingsins umboðsmaður sagt, at Løgmansskrivstovan tulkar ikki reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini rætt.
Umboðsmaðurin hevur aftur heitt á Løgmansskrivstovuna um at endurskoða málið og lata seg frætta, hvat víðari hendir.
Løgmanskrivstovan helt fast um, eftir at hon fekk málið fyrru ferð frá Umboðsmanninum, at tann, sum klagaði, ikki leyk treytirnar fyri eftirløn við 60 ára aldur.
Nú hevur Løgmansskrivstovan fingið málið aftur.
Løgtingsins umboðsmaður og Løgmansskrivstovan eru framvegis ikki samd, hvussu reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini skulu tulkast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV