- Tíðindi, mentan og ítróttur
Syfilis-útbrot í Grønlandi
Syfilis-útbrot í Grønlandi
Grønlendskir heilsumyndugleikar ávara nú íbúgvar í Ilulissat móti kynssjúkuni Syfilis.

Sjúkrahúsið í Illussiat hevur staðfest nógvar tilburðir av Syfilis í julimánað.
Mynd: Sermitsiaq.ag
09.08.2018 - 10:58
Fleri ung hava fingið staðfest álvarsligu kynssjúkuna seinastu tíðina, sambært Sermitsiaq. Kynssjúkan Syfilis er stórt sæð útruddað í Føroyum.
Sambært landslæknum er bert ein tilburðir av Syfilis staðfestir í Føroyum seinastu 21 árini.
Øðrvísi er støðan í Grønlandi, har sjúkan enn er ein stórur trupulleiki. Sambært grønlendska landslæknanum vóru 71 tilburðir av Syfilis í 2016.
Syfilis smittar við kynsligari samveru. Sjúkan kann raka m.a. raka nervalagið hjá fólki. Eisini í Danmark eru fleiri tilburðir av syfilis staðfestir seinnu árini.
Sambært Statens Serum Institut vóru 742 nýggir tilburðir av syfilis í Danmark í 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV