- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvørur fara at dýrka
Maturin í handlunum kann fara at gerast dýrari, orsaka av nógva hitanum í Evropa í summar.
Serliga kunnu vit rokna við, at kornvørur, kjøt og mjólkavørur, sum vit innflyta úr Evropa fara at hækka í prísi komandi tíðina.
Klaus Kaiser, danskur vinnubúskaparfrøðingur, sigur við DR, at tá ið hitin rakar primervinnuna, so verða prísir á rávørum hægri, og so dýrka virkaðar vørur eisini. Tað fara tey, sum keypa inn í handlum at merkja, sigur hann.
Ávirkanin verður størst á korn, mjøl og havragrýn, tí turkurin fer serliga illa við kornvørum.
Síðani standa kjøt og mjólk fyri skotum, orsaka av gras og fóðurtroti til djórahald, sum hevur verið í summar.
Og tað sær ikki frægari út frá altjóða sjónarhorninum. Prísurin á hesum slagi av matvørum er stórt sæð tann sami allastaðni, sigur Klaus Kaiser.
Hvussu nógv vørurnar kunnu dýrka í Danmark torir Klaus Kaiser tó ikki at spáa um. Eitt varligt boð frá Nils Rasmussen, stjóra í ráðgevarafyritøkuni Patriotisk Selskab, er at prísurin á vørum, til dømis einum pakka av havragrýni kann fara upp við eini krónu og at eitt breyð kann dýrka við 25 oyrum.
Hesar metingarnar eru sjálvandi fyrst og fremst gjørdar um danska marknaðin.
Klaus Kaiser leggur dent á, at prísvøksturin eisini í stóran mun verður tengd at atburðinum hjá handilsketunum sjálvum.
- Møguleiki er fyri, at brúkarin fer at síggja stóran prísvøkstur, tí fyrr hava handlarnir tránýtt matvørukreppur at hækka prísin óneyðuga nógv, sigur Klaus Kaiser við DR.
Turkurin í Evropa hevur ikki bara negativa ávirkan. Meðan framleiðslan av brokkoli, blomkáli, eplum er minkað, er framleiðslan av majs, súreplum, perum, agurk, tomatum økt upp í 20 prosent, tí hesar vørurnar tola nógvan hita og sól.
Majs- og súreplasesongirnar eru framskundaðar av góða veðrinum, og tí kunnu fólk eisini rokna við, at einstakar vørur gerast bíligari.
Júst hvussu hitin í Evropa at ávirkar matvøruprísirnar í Føroyum sigur søgan einki um, men nógv flestu matvørurnar, sum Føroyar innflyta koma úr Evropa, serliga Norðurevropa, sambært Hagstovuni.
Í 2017 komu heili 44 prosent av matvørum úr Danmark. Nummar tvey á listanum var Týskland við 8 prosentum og nummar trý Ísland við góðum 5 prosentum. Síðani komu Bretland, Holland, Svøríki, Spania, Italia, Pólland og Frakland.