- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flak skjótt skorin aftur í Miðvági

Um ein mánað ella so tekur flakavirkið í Miðvági aftur móti fiski.
Partafelagið, sum skal eiga og reka virkið, varð skrásett í gjár. Tað varð stovnað týsdagin.
Smápartafeløgini Mykines og Vestmek i Sørvági stovnaðu Snarfrost.
Hetta eru feløg hjá fýra systkum í Sørvági, og tey eru eisini í nevnd og stjórn í nýggja partafelagnum.
Drúgv umbygging
Partapeningurin er tvær milliónir krónur.
Tummas Henriksen, stjóri í P/f Snarfrosti, sigur, at umbyggingin av virkinum hevur vart longri enn ætlað.
Hálvan februar segði hann við Útvarpið, at flakavirkið í Miðvági, sum varð keypt í mai í fjør, bleiv klárt um tríggjar-fýra vikur, tað er í mars í ár.
Men nú verður tað um ein mánað, sigur hann í dag.
Virkið skal hava millum 2.000 og 3.000 tons av botnfiski um árið, sigur Tummas Henriksen.