Fara skjott aftur í rættin

bannari
Fara skjott aftur í rættin
Fyrsti rættarfundurin miilum Fíggjarligt støðufesti og Eik banka eftir steðgin verður 27. august. Teir saksøktu verða avhoyrdir í desember
Sakarmálið móti oddamonnunum í Eik banka verður tikið upp aftur síðst í hesum mánaðinum
 
02.08.2018 - 13:05

Sakarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og leiðsluna, sum var í Eik banka, tá bankin fór av knóranum í 2010, verður tikið upp aftur í Føroya rætti tann 27. august. 

Tá verða skjølini hjá grannskoðanini hjá Eik banka løgd fram, skjølini hjá grannskoðanarvirkinum Nota og Hans Laksá, grannskoðara. Tann framløgan verður sambært verandi tíðarætlan liðug í desember.

Sambært tíðarætlanini verður farið undir at avhoyra teir fimm saksøktu tann 10. desember. Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellvåg, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota.

Í øllum førum 140 vitni skulu eisini avhoyrast.

Liðugt í mai

Miðað verður eftir, at stóra sakarmálið er liðugt í Føroya rætti í mai næsta ár. Fíggjarligt støðufesti stevndi í 2016 eftir 150 milliónum krónum.

Teir saksøktu krevja frídøming. Rættarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og leiðsluna í gamla Eik banka, sum byrjaði hálvan januar, varð útsett 9. april.

Partarnir vildu fyrst gera seg lidnar við sakarmálið um Eik Bank í Danmark. Tað sakarmálið varð viðgjørt í Eystara landsrætti. Tann viðgerðin var liðug 26. juni. Dómur fellur tann 26. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977