Serdonsk krøv eisini strikað í Føroyum

Serdonsk krøv eisini strikað í Føroyum
Sjóvinnustýrið broytir kunngerðir, men strikar ikki øll serdonsk krøv
Sjóvinnustýrið hevur dagført fimm tekniskar kunngerðir.
 
21.07.2018 - 14:35

Krøv, sum eru serdonsk, eru eisini strikað í Føroyum.

Sjóvinnustýrið hevur dagført fimm kunngerðir.

Nýggj krøv eru komin í altjóða sáttmálum og krøv í rundskrivum frá ES og í altjóða sáttmálum skulu dagførast.

Men nøkur krøv eru strikað, tí tey eru serdonsk.

Myndugleikarnir í Danmark hava fingið eina frágreiðing frá Deloitte.

Sambært henni eru nøkur krøv serdonsk, tey eru ikki í øðrum londum, og eru tí til bága fyri kappingarførið hjá donsku sjóvinnuni.

Serdonsk krøv

Serdonsku krøvini eru í stóran mun eisini galdandi í føroyskari lóggávu.

Sjóvinnustýrið heldur, at sum heild er tað ein fyrimunur fyri kappingarførið hjá føroysku sjóvinnuni at strika hesi krøv.

Og nøkur vórðu strikað í fjør.

Tó eru einstøk serdonsk krøv, sum Sjóvinnustýrið mælir til at varðveita.  

Minni enn 500 bruttotons

Sjóvinnustýrið mælir frá at strika kravið um siglingarloyvi fyri skip, sum eru minni enn 500 bruttotons, tí nógv óklassað skip eru minni enn 500 BT. 

Krøvini eru linkað viðvíkjandi umvælingum á smærri bátum. 

Tað kann vera torført at finna løggildan undirveitara til smærru bátarnar, tá hesir undirveitarar oftast fáast við størri skip, sigur Sjóvinnustýrið. 

Nú ber betur til hjá reiðarum, sum hava smærri før, at finna skikkað fólk ella skikkaðar fyritøkur at gera umvælingar, uttan at tey neyðturviliga eru løggildað til tess..
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130