Amerikanskt felag selt sín lut í Eimskip

Amerikanskt felag selt sín lut í Eimskip
Amerikanska íløgufelagið Yucaipa Companies hevur selt sín fjórðing í flutningsfelagnum Eimskip fyri 660 milliónir krónur.
 
19.07.2018 - 09:56

Amerikanska íløgufelagið Yucaipa Companies hevur selt sín fjórðing í flutningsfelagnum Eimskip fyri 660 milliónir krónur ella fyri 11 milliardir íslendskar.

Boðað varð frá søluni í íslendska keypsskálanum í gjárkvøldið. Ikki verður sagt, hvør hevur keypt partabrøvini hjá Yucaipa Companies.

Yucaipa Companies, sum var størsti partaeigarin í Eimskip, boðaði frá í november í fjør, at felagið umhugsaði at selja lut síni í Eimskip.

Tá átti felagið 32 % í Eimskipi, men seldi 7 % burturav til ein íslendskan eftirlønargrunn. Tað var í 2012. 

Yucaipa Companies hevur nú selt tey 25 %, sum amerikanska íløgufelagið átti eftir í íslendska flutningsfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151