- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísfjallið rekur burtur frá Innarsuit
Ísfjallið rekur burtur frá Innarsuit
Stóra ísfjallið, sum hevur elvt til stúran hjá íbúgvunum í grønlendsku bygdini Innaarsuit, hevur førkað seg eitt sindur burtur frá havnarlagnum

14.07.2018 - 11:54
Grønlendska kringvarpið skrivar, at vónin nú er, at veðrið háttar sær soleiðis, at ísfjallið rekur longur burtur frá Innarsuit.
Bjargingartilbúgving er sett í verk, og nakrir borgarar eru fluttir burtur til hægri øki, skuldi flóðalda komið, um tað brotnar burtur av ísfjallinum.
Verjuskipið Knud Rasmussen er eisini tilreiðar at hjálpa til, skuldi tað verið neyðugt, upplýsir Arktis Kommando fyri KNR.
Tyrla er somuleiðis tilbúgvin, sigur Jakob Rousøe frá Arktis Kommando.
Til ber at síggja filmsupptøkur av risastóra ísfjallinum á knr.gl
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV