- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda seg hava funnið kelduna til nervaeiturið
Halda seg hava funnið kelduna til nervaeiturið
Bretska yvirgangsløgreglan segði í gjár, at tey halda seg hava funnið kelduna til nervaeiturið, sum kostaði eini kvinnu lívið í Onglandi herfyri

14.07.2018 - 10:54
- Mikudagin løgdu vit hald á eina lítla fløsku undir eini rannsakan í Amesbury, segði løgreglan í eini fráboðan.
Vísindafólk hava staðfest, at tað, sum hevði verið í hesi fløskuni, var nervaeiturið, novichok
Fleiri royndir verða nú tiknar fyri at fáa staðfest, um evnið er neyvt tað sama, sum eitraði fyrrverandi russiska njósnaran og dóttir hansara í Sallisbury í mars.
- Hetta er eitt týðandi og positivt stig í kanningunum, men vit kunnu ikki veita vissu fyri, at einki meira er av evninum, sigur Neil Basu, leiðari fyri anti-yvirgangsløgregluna við Reuters.
Bretland og tess sameindu hava ákært Russland fyri atsóknina í mars.
Mosvka hevur avvíst ákærurnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV