- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyði Krossur Føroya latið 200.000 til Yemen
Reyði Krossur Føroya hevur latið 200.000 kr. til Yemen. Tað stendur á heimasíðuni hjá Reyða Krossi.
Reyði Krossur skrivar, at felagið er til staðar í Yemen fyri at veita grundleggjandi og lívbjargandi neyðhjálp. Tvey ár av vápnaðum stríði hevur elvt til stóra oyðilegging í Yemen, umframt at fátækadømi og hungursneyð hava herjað í fleiri ár. Óteljandi bardagar og bumbubrestir hava javnað samfelagsbygnaðin við jørðina, og eingin almenn heilsutrygd er í landinum.
Ein avleiðing av vápnaða stríðnum er millum annað, at tað er torført at fáa mat inn í landið, og at tað alsamt verður verri at fáa fatur á drekkivatni. Áleið 18,8 milliónir menniskju í Yemen hava tørv á humaniterari hjálp og verju, og 10,3 milliónir av teimum hava tørv á bráfeingis neyðhjálp.
Tí hevur Reyði Krossur valt at lata Yemen 200.000 krónur. Sambært felagnum kunnu 50 krónur geva mat til eitt barn í Yemen í tríggjar vikur, og 430 krónur røkka til at geva einari familju í Yemen eitt skýli við neyðugari útgerð.