Havnin nærkast helvtini av fólkatalinum

Havnin nærkast helvtini av fólkatalinum
Fyri fyrstu ferð er fólkatalið í Tórshavnar kommunu farið upp um 42 % av fólkatalinum í Føroyum.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
12.07.2018 - 09:23

Tað hevur kommunan sjálv roknað út við nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni sum keldu.

Sambært hesum tølum búðu 50.927 fólk í Føroyum 1. juni, og nú er fólkatalið farið upp um 51.000, sigur Tórshavnar kommuna.

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksið 1,8 % seinasta árið. 

Í teimum størstu kommununum í Føroyum er lutfalsligi vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu, hann er 1,9 % frá 1. juni í fjør til 1. juni í ár.

Og hetta er fyrstu ferð, at fólkatalið í Tórshavnar kommunu er oman fyri 42 % av fólkatalinum í Føroyum.

Tað er 42,019 prosent, skrivar kommunan á heimasíðuni hjá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981