Einfaldari reglur um matstovur og skeinking

Einfaldari reglur um matstovur og skeinking
Uppskot um matstovulóg sent til hoyringar
Lógin umfatar eisini søluna hjá teimum, sum bryggja øl.
 
29.06.2018 - 07:33

Reglurnar um matstovur og at skeinkja sterkt skulu gerast einfaldari og tíðarhóskandi.

Tað ætlar Vinnumálaráðið, sum hevur sent uppskot um lóg um matstovur og gistingarhús til hoyringar.  

Meginendamálið við at skipa reglurnar í einari lóg er, at gera tað lættari at fara undir hesa vinnu, sigur Vinnumálaráðið..

Samstundis verður lættari hjá teimum myndugleikum, sum skulu hava eftirlit við vinnuni, at meta um ásettar treytir verða hildnar.

Ymiskt virksemi

Eisini er ætlanin at skilja millum ymisk sløg av virksemi, so ymsar treytir verða settar alt eftir, hvat slag av virksemi, talan er um. 

Á henda hátt ber til at skilja millum matstovur, kaféir, barrir ella vertshús, dansistøð og mentanarhús, sigur Vinnuhúsið.

Matstovulógin, sum hon verður kallað, er eisini galdandi fyri ølsølur, tað er søla hjá bryggjaríum á egnum sølustøðum.

Í slíkari sølu er hámarkið 5,8 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151